Forsíða / Tíðindi / Vaktarskifti í ALVAL

Vaktarskifti í ALVAL

toki-560x450Móttøka á Seglloftinum fríggjadagin 27. februar, kl. 15 – 17. Tóki Hartmann Niclasen tekur við sum stjóri 1. mars.

Seint í vetur frættist, at stovnarin av ALVAL, Poul Midjord Dam, fór at gevast í fyritøkuni. Nú er so greitt, at nýggir eigarir eru komnir inn og nýggjur stjóri byrjar 1. mars. Talan er um Tóka Hartmann Niclasen, ið saman við Dianu Nolsøe, hava keypt partapeningin hjá Poul.

Nevndin í ALVAL fegnast um, at Tóki hevur tikið á seg hesa spennandi uppgávu.

Í samband við, at Tóki byrjar í stjórastarvinum og Poul takkar fyri seg, verður móttøka á Seglloftinum, har høvi verður at heilsa upp á teir báðar. Móttøkan verður á Seglloftinum á havnarlagnum á Tvøroyri fríggjadagin 27. februar, kl. 15 – 17.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Ovast